Um BINGO.FO – FØROYA BINGO!
Tað er ÁRF sum hevur NETbingo/Føroya Bingo, sum verður spælt á netinum.
Nær verður spælt bingo:
Vit spæla NETbingo hvørt MÁNAKVØLD klokkan 20:30.
Vit senda beinleiðis úr í Árnafirði.
Vit taka onga ábyrd, um tykkara telda,iPad,telefon o.a.l ikki virkar!
Tað er týdningarmikið, at tit kanna í góðari tíð til hvørt bingospæl.
At tykkara útgerð sum tit spæla bingo á virkar.
Sum til dømis, at tykkara útgerð er upp datera v.m.
So eini góð ráð eru sum sagt, at tit kanna hetta í góðari tíð,
áðren bingospælið byrjar her á síðuni.
Fari inn á Youtube og royni tykkara útgerð av har og vita um tað virkar at hyggja eftir onkrum videoklippi.
Tit spæla bingo inni á www.bingo.fo.
Link verður lagt út á www.bingo.fo uml. kl. 20:20, sama MÁNAKVØLD tá bingo er.
Hvat kosta bingopláturnar:
Bingopláturnar kosta kr. 40.
Hvar fáast bingoplátur til keyps:
Bingoplátur fáast til keyps í øllum FK handlum í Føroyum.
Til ber at keypa bingoplátur fram til klokkan 20:00 MÁNAKVØLD.
Vit spæla soleiðis:
Blaðsíða 1. – Vit spæla 1.rað, 2.røð og fulla plátu.
Blaðsíða 2. – Vit spæla 1.rað, 2.røð og fulla plátu.
Blaðsíða 3. – Vit spæla 1. rað, 2.røð og fulla plátu.
Tann sum fær fulla plátu á blaðs. 3 hevur møguleikan at vinna ein annan størri vinning afturat.
Vinningarnir sært tú her á síðuni.
Trýst á Keyp bingoplátur(Vinningar)
Hevur tú bingo:
Tá tú hevur bingo, so ringir tú beinanvegin á telefon 45 44 44.
Tann sum er fyrstur at ringja inn, vinnur.
Tað er ein vinnari, sum sleppur ígjøgnum til hvørt spælið.
Tann sum er fyrstur at ringja inn, til telefon 45 44 44, við teimum røttu tølinum, sum vinnur.
Legg til merkis: Telefon nr. 45 44 44 verður bara nýtt til at ringja til,
tá man hevur fingið bingo.
Selja eisini lutaseðil, til hvørt Bingospæl leygarkvøld:
Hygg hvussu tú keypir lutaseðlar og hvat er at vinna á lutaseðli, á forsíðuni her, undir Keyp Lutaseðil.
Fyrispurningar um bingospæl og lutaseðlasølu:
Hevur tú fyrispurning, um bingospælið ella lutaseðlasøluna.
So ringir tú á telefon 26 71 71 svarar hvønn dag klokkan 15-19.
Stutt um ÁRF:
ÁRF bygdi nýggjan bygning í 2006, sum er 15 X 12 m.
í 2.hæddum (360.kwm).
Bygningurin kostaði uml. 5.mió.
Til ber at leiga húsið til ymiskt, so sum brúdleyp, føðingardag, skeið, yvirnátting og ymiskt annað.
ÁRF hevur hesar kappróðrarbátar:
8.mannafarið Árnfirðingur
5.mannafarið Katla
Eisini hava vit valt at varveita gamla 8.mannafarið Árnfirðingur sum er bygdur í 1965 av Niclas í Koltri.
Gamlið Árnfirðingur vann trý tey fyrstu FM heitini á rað hjá 8.mannaførinum, í 1966 – 1967 – 1968.
ÁRF takkar tykkum sum spæla, 1000 takk fyri stuðulin!