Um Føroya Bingo:
Tað er ÁRF sum hevur Føroya Bingo, sum verður spælt á netinum.
Nær verður spælt bingo:
Vit spæla NETbingo hvørt leygarkvøld klokkan 20:00.
Vit senda beinleiðis úr hølum okkara ÁRF í Árnafirði
Ætlanin er at byrja 30.mai.2020 (men vit lýsa nærri nær byrja verður).
Hvat kosta bingopláturnar:
Bingopláturnar kosta kr. 40.
Hvar fáast bingoplátur til keyps:
Bingoplátur fáast til keyps í øllum FK handlum í Føroyum.
Til ber at keypa bingoplátur fram til klokkan 19 leygarkvøld.
Vit spæla soleiðis:
Blaðsíða 1. (ein rekkja 5.tøl)
Blaðsíða 2. (ein rekkja 5.tøl)
Blaðsíða 3. (ein rekkja 5.tøl)
Blaðsíða 3. (full pláta 15.tøl í einari rammu)
Vit venda aftur hvat vinningarnir vera, tá bingopláturnar eru í handlinum!
Hevur tú bingo:
Tá tú hevur bingo, so ringir tú beinanvegin á telefon 45 44 44.
Legg til merkis: Telefon nr. 45 44 44 verður bara nýtt til at ringja inn til,
tá man hevur fingið bingo.
Selja eisini lutaseðil, hvørt leygarkvøld tá vit spæla bingo:
Vit hava eisini eina lutaseðlasølu hvørt leygarkvøld.
Lutaseðlarnir kosta kr.20.pr.stk.
Til ber at keypa lutaseðlar soleiðis:
Tú flytir eina upphædd á konta í Norðoya Sparikassa
Konta nummar (9865) 102.857.4
Legg til merkis: Um tú ikki hevur konta í Norðoya Sparikassa, ger so eina
“skundflyting” so vit síggja flyting beinanvegin.
Til ber at keypa fleiri seðlar við einari flyting.
Dømi: Keypir tú 10.lutaseðlar, flyt so kr. 200.
Viðmerking við flyting: Títt fartelefon nummar.
Tá vit hava móttikið upphæddinga, so fært tú lutaseðil/ar sendandi aftur sum SMS boð, vit senda seðlar hvønn dag ímillum klokkan 15:00 – 20:45.
Seinasti møguleiki at keypa lutaseðlar er klokkan 20:45 leygarkvøld.
Drigið verður klokkan uml. 21:00.
Legg til merkis: Seðlar sum eru keyptir eftir klokkan 20:45 leygarkvøld,
vera við í dráttinum næsta leygarkvøld tá vit spæla bingo.
Fyrispurningar um bingospæl og lutaseðlasølu:
Hevur tú fyrispurning, um bingospælið ella lutaseðlasøluna.
So ringir tú á telefon 26 71 71 svarar hvønn dag klokkan 15-18.